Nýtt fróðskaparsetur við Marknagil

Fróskaparsetur Føroya fekk í 1990 frá Tórshavnar kommunu, eitt øki til at brúka sum byggilendi. Økið er 50 tús. fermetrar til støddar, við góðum sløttum lendi, vøkrum umhvørvi og frálíkum útsýni yvir Havnina og Nólsoyarfjørð.

Lestrarumhvørvið er ov spjatt
Menning, royndir, samstarv og sosial tiltøk eru neyðug fyri at skapa eitt gott lesrtarumhvørvi. Tað hevði bøtt nógv um viðurskiftini, at allar hægri útbúgvingar vóru savnaðar í einum nýggjum og tíðarhóskandi setri í høvuðsstaðnum.

Vitin við Marknagil
Setursskrivstovan útskrivaði í 2001 eina innanhýsis kapping til eitt nýtt setur. Viðkomandi sum vann kappingina, hevur givið mær loyvi til at brúka úr hesum tilfarið og fari eg heilt stutt at lýsa tað góða hugskotið.
"Hugskotið "Vitin" hóskar væl til eitt lærdóms og- vitanarsetur og tann arkitektoniski parturin av hugskotinum er gjørdur við íblástri frá skapi og virknaði hjá einum vita.
Grundøkið hevur skap sum ein hálvhosa og er í ein útsynning/sunnan úr Vallaraheiminum við Hotel Føroyar. Í stórum er grundøkið býtt upp í tveir slættar har meginparturin av ovara slættanum er hugsaður sum parkeringsøki. Bygningurin hevur eitt miðhús (vitatornið) og fýra lonir, har hvør lonin hevur 2-3 hús við 2-4 hæddum. Miðhúsið hevur flatskap sum ein sekshyrningur, sum minnir um tað runda skapið ein viti vanliga hevur. Miðhúsið skal stinga upp um lonirnar, og ovast er hugsa at hava glasstovur og balkongir sum geva brá av toppinum av einum vitatorni, har ljóskastarnir eru. Tær fýra lonirnar peika út frá miðhúsinum eins og geislar frá eini ljóskeldu og hava litanøvn."

Tórshavn sum altjóða lestrarbýur
Land og kommuna eiga í felag at leggja lunnar undir ein nýggjan setursdepil.
Landið átti at bjóða út vinnufremjandi og hægri útbúgvingar innan tónleik og list.
Fleiri lestrartiboð og eitt spennand lestrarumhvørvi hevði økt munandi um áhugan at útbúgva seg. Hetta hevði stuðlað upp undir at Tórshavn gjørdist ein altjóða lestrarbýur- landi og fólki at gagni.