Nýtt frá Sade

25 ár eru gingin síðani bretska sangarinnan Sade útgav fyrstu plátuna, Diamond Life. Hesi árini er tað vorðið til fimm útgávur, og nú er tann sætta á veg. Nýggja fløgan hevur fingið heitið Soldier of Love og verður væntadi á gøtuni í februar.

 

Sade hevur selt umleið 50 milliónir plátur um allan heim, herav eru umleið 17 milliónir seldar í USA. Tað ger sangarinnuna Sade til eina ta mest seljandi brestsku sangarinnuna í nýggjari tíð.