Nissan King Cab er komin í eini nýggjari útgávu. Størstu broytingarnar uttan eru at hann t.d. hevur fingið nýggjar forlyktir, kølaragittar, tokulyktir framman, 16" aluminiumsfelgur (bert Navara) og nýggjar kúfangarar framman og aftan. Av útgerð kunnu vit eisini nevna fjarstýrt sentrallás, el-síðurútar, el-síðuspegl við varma, automatiskt klimaanlegg.
Størri motor
Ein onnur broyting er eisini tann at King Cab nú hevur fingið nýggjan og størri motor. Motorurin er ein 2.5 litur turbodiesel við beinleiðis innspræning og 133 hk, og er tann størsti í sínum klassa. Í mun til forgangaran, ið hevði 104 hk, er hetta ein stór broyting. King Cab fæst eisini sum pickup við 4x2, og við dupultari kabinu sum 4x4.
Nissan Primera
Nýggi Nissan primera er ein smartur bilur, sum kemur at gera um seg millum kappingarneytarnar. Bilurin er bygdur yvir ein heilt nýggjan plattform og er nakað størri enn forgangarin. Sum nakað heilt nýtt eru instrumentini í miðjuni á instrumentborðinum og allar funktiónirnar eru í eini konsoll í miðjuni. Hann hevur t.d. kamera á instrumentborðinum at bakka við, eins og vit kenna tað frá lastbilum og bussum.
Eisini sum diesel
Primera fæst í útgávunum: Visio, Acenta og Tekna. Tríggir bensinmotorar eru at velja ímillum: 1.6 litur 16V / 109 hk, 1.8 litur 16V / 116 hk og 2.0 litur 16V / 140 hk og ein 2.2 litur CDi commonrail dieselmotorur við 126 hk. Sum tann einast í sínum klassa kann Primera leverast við fartpiloti, sum altíð heldur røttu frástøðuna til bilin sum koyrir frammanfyri.
Opið hús leygardagin
Við nýggja Primera hava konstruktørarnir hjá Nissan gjørt alt fyri at sameina sportligar og komfortablar koyrieginleikar í einum elegantum bili. Leygardagin tann 9. mars verður opið hús hjá P/F Meinhardt Arge við Oyggjarvegin frá kl.10-15, har høvið verður at síggja og royna nýggju Nissan bilarnar.
Nissan King Cab Navara 2.5 Di 4x4
Motorurin2.5 litur turbodiesel 133 hk
0-100 km/t13,3 sek
Oljunýtsla11,0 km/l
Dekkstødd255/70-16
Stødd og vekt:
Longd504,5 cm
Breidd182,5 cm
Hædd170,0 cm
Eginvekt1700 kg
Totalvekt2850 kg
Lastar1150 kg
Prísurkr. 245.000,- við MVG
SøluumboðP/F Meinhardt Arge
v.Oyggjarvegin
FO-110 Tórshavn
Tel. 316161
www.nissan.fo









