í vikuni koma nýggj løg frá Nik & Jay á væntandi á netið. Hetta eru løg frá teirra komandi útgávu, sum verður til keyps í august, og sum bert verður til keyps á netinum Nik & Jay arbeiða í løtuni við eini øðrvísi útgávu. Við egna felagnum Nexus fara teir, í samstarvi við Joey Moe og Jinks, at gera eina EP-útgávu við sjey løgum, sum bert fer at vera til keyps á netinum ?ikki í handlunum.
Innan komandi vikuna verða hesi nýggju løgini at hoyra á you-tube, og tónleikurin fer at kunna keypast á netinum fáar dagar eftir, at Nik & Jay hava verið í Føroyum í august.
Nik & Jay eru rættiliga loyndarfullir, og vilja ikki avdúka serliga nógv um hesa útgávuna, sum fer at eita xtra. Navnið kemst av, at teir hava so nógv eyka tilfar, sum teir vilja hava út nú.
- Vit ætla ikki at marknaðarføra nakað serligt. Vit fara bara at leggja hetta á netið, og so má tað breiða seg sum tað vil, greiðir Jay frá.
Hetta er tískil ikki ein rættilig fløga -meiri ein roynd, har teir hava spælt sær í studio og roynt okkurt nýtt.
Hetta verða tey sjey løgini á EP?ini. Í parentes eru teir, ið hava gjørt løgini:
Xtra Vol. 1
1. Yo-Yo pt. 2 (Joey Moe, Jinks, Nik &Jay)
2. Hulahop (Joey Moe, Nik & Jay)
3. [dai] To The Beat (Jinks)
4. Xtranummer (Nik & Jay)
5. Grib Natten (Joey Moe)
6. In The [hæd] (Jinks)
7. Drømmemusik (Nik & Jay)