Tað eru pengar í tónleiki – eisini um talan er um gamlar sangir hjá deyðum sangarum.
Fyri fimm árum síðani doyði poppkongurin Michael Jackson, beint sum hann ætlaði sær at gera comeback við konsertrøðini This Is It. Konsertirnar komu síðani út sum fløga og filmur og bygdu á venjingarnar til konsertirnar.
Og síðani eru fleiri útgávur komnar við tilfari hjá Michael Jackson, Í 2010 var tað Michael við gomlum sangum, sum áður vóru útgivnir. Síðani The Immortal World Tour, og í mai mánaði kemur Xscape.
Á nýggju útgávuni eru átta sangir, sum ikki áður eru givnir út.
Tónleikatíðarritið Rolling Stone skrivar, at ljóðið fer verða nútímans, hóast innspælingarnar upprunaliga hava fleiri ár á baki.
Ein av sangunum á útgávuni er Xscape, og 13. mai ber til at ogna sær hana.