Nú leikvøllir fyri frælsar ítróttir ætlandi verða tiknir í nýtslu í summar, verður felag stovnað, sum í breiðastu merking fer at virka fyri hesum.
Í tíðindaskrivi siga fyrireikararnir, at ætlanin er, at serligur dentur verður lagdur á barna- og ungdómsvenjing á bana, har tørvurin á tilboðum er størstur. Málið er eisini at virka fyri úrvalsíðkarum og fáa landsliðsumboð við á komandi Oyggjaleikir. Alt er tó treytað av áhugað og undirtøku, og seglini verða sett hareftir, so spennandi verður, hvat fer at spyrjast burtur úr stovnandi aðalfundinum, ið verður í ÍSF-húsinum klokkan 15, har navn, búmerki, felagslitir og heimasíða eisini verða avdúkað.