Nýtt frá júst deyða Chuck Berry

Rockarin doyði leygardagin 90 ára gamal, men nýtt tilfar er nú at hoyra frá honum.

Chuck Berry legði, um nakar, lunnar undir rock n'roll tónleikin í fimtiárunum. Uttan Berry var rocktónleikurin ikki tann, ið hann er í dag, siga tónleikarar og serkøn.

 

 

Berry doyði leygarkvøldð, 90 ára gamal.

 

 

Í fjør náddi hann at boða frá, at nýggj útgáva er á veg, hin fyrsta í 38 ár. Útgávan kemur tann 16. juni, men nú er fyrsta lagið av útgávuni at hoyra.  Lagið er Big Boys, og Berry er trúgvur mótvegis upprunanum, góða gamla rockinum.

 

 

Lagið hoyrist her:

https://www.youtube.com/watch?v=d8Zoh-apWRE