Nýggjar fløgur frá nøkrum av okkara heilt stóru tónleikanøvnum eru longu komnar út í ár, nevnast kunnu eitt nú Teitur, Lena og Yggdrasil, men nógv av tílíkum er í væntu. Tutl hevur kunngjørt hvørjar fløgur felagið væntandi gevur út í summar, og millum hesar eru fleiri roynd og kend nøvn. Nøvn so sum Jens Lisberg, Páll Finnur Páll, Kári Sverrison, Øssur Johannesen, Pauli í Sandagerði og afturíaftur koman hjá Føroya fyrsta og besta veruliga elektroniska tónleikabólki Maður:Glotti.
Ein av mest forvitnisligu fløgunum, ið kemur út verður uttan iva Blak-60, ið er ein útgáva, ið Kristian Blak fekk í 60 ára gávu. Tað eru vinir og samstarvsfelagar hjá Kristiani, ið høvdu spælt fløguna inn fyri at heiðra mannin, ið ivaleyst hevur havt størri ávirkan á føroyskan tónleik enn nakar annar.