Bæði tónleikatiltakið asfalt og Faroe Jet eru væl nøgd við avtaluna um samstarv, ið partarnir undirskrivaðu í dag. Avtalan er galdandi fyri 3 ár, og er við til at tryggja, at stóra føroyska tónleikatiltakið kann fevna um útisetabólkar, eins væl og bólkar í Føroyum
<st1:PersonName w:st="on" ProductID="Bogi Andreasen"$?$end$!$Bogi Andreasen</st1:PersonName$?$end$!$, fyriskipari av asfalt gleðist um hetta, tí hetta ger tiltakið enn meira fjølbroytt og spennandi.<BR>
Jóhan E. Simonsen, stjóri í FaroeJet, fegnast um at flogfelagið á henda hátt kann verða við til at menna føroyskan tónleik og stuðla undir tey nýbrot, sum henda á føroyska tónleikapallinum. Vit síggja stórar møguleikar í føroyskum tónleiki og vilja fegnir gerast ein virkin viðspælari hjá føroyskum tónleiki og vera við til at byggja brýr millum Føroyar og umheimin, sigur Jóhan E. Simonsen
Annlis Bjarkhamar, samskipari av asfalt, vísir á, at við FaroeJet sum høvuðsstuðli er møguleikin nú veruliga til staðar, at menna asfalt til ein sýnisglugga fyri føroyskan tónleik. FaroeJet fer at hava ein týðandi leiklut, tá asfalt í 2007 fer at bjóða útlendskum tónleikaútgevarum, ummælarum, konserfyriskiparum o.ø. hendavegin, soleiðis at hesi kunnu gerast varug við føroyskan tónleik og verða við til fáa føroyskan tónleik út á altjóða pallin.
Umframt FaroeJet eru eisini Føroya Banki, Tórshavn kommuna og Miðlahúsið í Vágsbotni høvuðsstuðlar hjá asfalt, sum verður í døgunum 2. og 3. juni.