Arbeiðið at gera eitt tílíkt flogfar byrjaðu longu beint aftan á atsóknirnar at USA tann 11. september í 2001, og nú eru BAE Systems og Airbus komin so mikið áleiðis, at tær fyrstu royndirnar verða gjørdar um stutta tíð, skriva bretsk bløð.
Tá flogfarið verður liðugt, fer tað at bera til at stýra tí við fjarstýring, og flogfarið kann lenda, sjálvt um eingin flogskipari er. Tað kann vera hent, um yvirgangsmenn taka ræðið umborð á einum flogfari og beina fyri flogskiparanum, soleiðis sum flogrænararnir helst gjørdu tann 11. september, áðrenn teir rendu flogførini inn í World Trade Center og Pentagon.
Í nýggja flogfarinum verða nógvar fjaldar mikrofonir, sum skulu fylgja við tí, sum sagt verður, og myndatól skulu akráseta alt, sum fer fram inni í flogfarinum. Á tann hátt fer tað ætlandi at bera til at avdúka yvirgangsmenn, áðrenn teir ræna eitt flogfar.
-Vit kunnu ikki lova, at vit kunnu rudda vandan fyri flográni burtur, tí tað ber ikki til. Men vit halda tað vera týdningarmikið at siga almenninginum, at vit gera alt, sum gerast kann, sigur Daniel Gaultier, sum stendur fyri verkætlanini.
Hann væntar, at tann nýggja tøknin verður liðug á sumri í 2008, og at øll tann nýggja trygdarskipanin verður klár at taka í nýtslu í 2010.