Á middegi í dag varð Furevik skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskrásetingini. Furevik er eitt fýra ára gamalt produkttangaskip. Skipið er eitt tað størsta, sum higartil er skrásett í FAS, 185,6 m langt og 31 m breitt. Til samanberingar kann nevnast, at tað er knappar 20 m longri enn Norrøna og 1 m breiðari.
- Flaggskip okkara eru sostatt Norrøna innan ferðafólkaflutning og Furevik innan farmaflutning, sigur tey í FAS.
Higartil í ár eru seks nýggj skip skrásett í FAS, soleiðis at nú eru 39 skip í skrásetingini. Tað er ein vøkstur í skipum uppá góð 18%, og ein vøkstur í bruttotonnaguni upp á heili 52%. So sigast má, at FAS hevur havt vind í seglunum.
Furevik er triðja skipið, sum svenska reiðaríið Furetank letur skráseta í FAS. Reiðaríið eigur seks skip, men hyggja vit at samlaðu bruttotonnaguni hjá felagnum, eru 59% skrásett í FAS. Hetta eru øll produkttangaskip á høgum góðskustigi.
- Til stuttleika kann leggjast afturat, at stjórin og eigarin av Furetank, Lars Höglund, samstundis er formaður í svenska reiðarafelagnum, sigur FAS í tíðindaskrivi.
Áhugin fyri FAS er serstakliga stórur í Svøríki. Umboð fyri fleiri ráðgevara- og meklarafyritøkur hava vitjað í Føroyum og kunnað seg um viðurskiftini her heima. Tað eru góðar vónir til, at enn fleiri svensk skip koma at skráseta seg.