Nýtt fiskavirki í Miðvági

Nýtt fiskavirki er ávegis í Miðvági. Ætlanin er at salta og turka fisk, og farið verður helst í gongd seint í summar ella í heyst

Eitt nýtt fiskavirki er ávegis í Miðvági. Bygningurin er reistur og verður innilokaður fyrsta dagin. Ætlandi verður farið undir framleiðslu seint í summar ella í heyst.
Hóast afturgongd nógvastaðni í vinnuni og fráboðanir um vánalig søluútlit og harða kapping við kinesarar, er Jens Eli Ellefsen í Miðvági, sum er maðurin aftan fyri smápartafelagið Pronto, ikki svartskygdur. Hann er farin undir at byggja nýtt fiskavirki, sum skal salta og turka fisk.
?Tað hevur altíð gingið upp og niður við fiskivinnuni, sigur hann, og eg vænti eina uppgongd um ikki so øgiliga langa tíð. So tað er at vera klárur at taka við, tá tað verður. Tað liggur jú í navninum, sum er italienskt og merkir at vera skjótur, vísir hann á.
Talan er um ein gamlan fiskivirkisbygning, sum verður útbygdur, greiðir Jens Eli Ellefsen frá. Langabbin bygdi hesi húsini og bæði abbi og pápi hansara hava turkað fisk her. So tað er í grundini ein familjutraditión, sum verður førd víðari, sigur hann.
Húsini eru í trimum hæddum, og ætlanin er at hava saltfiskavirki í miðhæddini. Har skal ver ein saltfiskalinja við avhøvdara, flekimaskinu og útgerð til at spræna saltlaka í fiskin, greiðir Jens Eli Ellefsen frá.
Á loftinum verður hjallur til at turka fisk í. Tað verður gjørt upp á gamlan føroyskan máta við greipum.
Í niðastu hæddini verður egningarskúrur. Har er longu virksemi. Ein bátur hevur skúr har, eins og agngoymsla og stampagoymsla eisini eru har.
Verkætlanin er ikki av teimum dýrastu, sigur Jens Eli. Arbeiðskraftin er fingin rímiliga bíliga. Hann hevur sjálvur gjørt timburarbeiðið saman við onkrum, hann hevur fingið at hjálpa sær.
?Eg haldi, at tað er nøkunlunda beint eisini, flennir hann. Tó skal tað ikki vera so beint kortini, at vatn ikki setir av.
El- og sanitetsarbeiðið verður hann kortini noyddur at keypa sær, sigur Jens Eli.
Tað virkið fer at standa liðugt, væntar hann, at tað fer at standa í umleið 600.000,- til 700.000,- krónum. Fígging er fingin frá Norðoya Sparikassa.
Jens Eli Ellefsen væntar, at arbeiði fer at verða til eini tíggju fólk ella so, tá farið verður til arbeiðis. Fiskin ætlar hann at keypa á uppboðssølu, sigur hann.