Fiskivinna
Um nakrar vikur er tað ætlanin, at eitt nýtt fiskavirki skal lata upp í Lopra.
Tað er Hendrik Tausen, sum hevur havt fiskavirki í Oyndafirði, sum nú flytir virksemi sítt til Suðuroyar.
Hann hevur leigað húsið, sum Jákup Joensen eigur á bryggjuni í Lopra til endamálið.
Á økismenningarfundinum, sum var í Vági mánakvøldið, upplýsti Jákup Joensen, at hann mánadagin hevði undirskrivað sáttmála við Hendrik Tausen sum at leiga virkið. Men eftir, havt skilst, eru eisini møguleikar fyri í sáttmálanum, at Hendrik Tausen seinni keypir virkið.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á Hendrikki Tausen. Men, eftir, hvat skilst er tað ILA sjúkan í Oyndafirði, sum ger, at hann flytir virksemið sítt haðani, tí ímeðan Oyndafjørður er avbyrgt, er tað ov trupult at hava vinnu har.
Vit hava eisini skilt, at á virkinum í Lopra verða eini 20-30 arbeiðspláss, tá ið avtornar.
Spurningurin er, hvussu nógvum suðuroyingum verður brúkt fyri, tí á virkinum í Oyndafirði hava einir 12-13 útlendingar arbeitt, í høvuðsheitum teilendingar.
Vit hava skilt, at ætlanin er, at teir skulu fylgja við suður á virkið í Lopra at arbeiða.