Allar veljarakanningar benda á, at Barack Obama fer at vinna tey trý uppstillingarvalini, sum eru á skránni í dag Eftir stóra lúsingini, sum Hillary Clinton í vikuskiftinum fekk frá Barack Obama, er munurin millum tey bæði ógvuliga lítil. Hillary hevur vunnið 1147 av teimum, sum seinni í ár skulu velja demokratiska forsetavalevnið, og Obama hevur vunnið 1124.
Í kvøld er uppstillingarval í Maryland, Virginia og høvuðsstaðnum Washington D.C. Allar veljarakanningar siga, at Obama fer at vinna øll trý valini ímóti demokratiska kappingarneyta sínum, og harvið bendir alt á, at Obama fer fram um Hillary í tali á valmonnum, sum tað verður nevnt.
Stríðið í demokratiska flokkinum um sessin at kappast í móti republikanska John McCain týsdagin 4. november verður kortini ikki avgjørt enn. Tað krevjast 2025 valmenn fyri at vinna kappingina.
4. mars verða uppstillingarval í Texas og í Ohio. Meðan tað í nátt eru nógvir afro-amerikanarar millum demokratisku veljararnar, so verður skarðin í Texas og Ohio meiri eyðkendur av hvítu arbeiðarastættini og innflytarum úr Latínamerika. Hetta eru kjarnuveljarar hjá Hillary Clinton, sum harvið verður mett at vera favorittur á valunum 4. mars. Tað kann bera við sær, at Hillary tá aftur fer fram um Barack Obama í kappingini, sum tykist fara at halda á kanska inntil demokratarnir tveir mánaðir undan forsetavalinum fara at kjósa sær forsetavalevni.
Sambært eini veljarakanning hjá AP tíðindastovuni hevði Obama vunnið tepran sigur á John McCain, um forsetavalið hevði verið hildið nú.
Í nátt eru 168 valmenn at vinna í demokratiska valinum og 113 í tí republikanska.