Nýtt felag bjóðar undirhald

Í dag fer eitt nýtt føroyskt booking felag av bakkastokki. Talan er um Tónleikur.fo, sum umboðar fleiri av kendastu nøvnum innan føroyskan tónleik og undirhald - Beint nú eru fyrispurningar eftir tónleiki og undirhaldi til jólaborðhald. Men annars bjóða vit eitt breitt úrval av tónleiki og undirhaldi til firmaveitslur, móttøkur, ráðstevnur, ferniseringar, brúdleyp, føðingardagar, konsertir, festivalar, stevnur, og øll sløg av privatum veitslum, sigur Elin Hentze, sum er dagligur leiðari av Tónleikur.fo.?.

 

Á heimasíðuni hjá Tónleikur.fo er eitt yvirlit yvir tey listafólkini, sum felagið umboðar. Har eru bæði konsertnøvn, dansibólkar, DJ?s, VJ?s, og undirhald til vaksin og børn. Umframt myndir og tekstir, eru eisini sangir og sjónbandaløg við teimum ymisku listafólkunum. Visiónin við heimasíðuni er at samla útboðið av tónleiki og undirhaldi á einum stað, so tað er lætt at finna hjá fyriskiparum av tiltøkum.

 

- Fyrimunirnir við at bíleggja gjøgnum okkum eru millum annað, at vit gera sáttmála við kunda og listafólk.Vit hava yvirlit yvir nógv listafólk, og vita hvør er tøkur, ella kunna bjóða okkurt tilsvarandi, sigur Elin Hentze.