Farmaflutningur
Seinasta farmaskipið, sum komið er í føroyska flotan, eitur Atlantic og er skrásett í Streymnesi. Skipið skal brúkast til flutning av alifóðri úr Noreg til Føroya.
Tað er N.A. Transport í Streymnesi, sum hevur keypt danska farmaskipið Ardua úr Svendborg. Skipið, sum er smíðað í Ringkøbing í 1978, er 60 metrar langt, 10 metrar breitt og lastar 1.240 tons deyðvekt. Atlantic, sum skipið nú eitur, hevur 1.000 HK Callesen maskinu og gongur 11 míl.
Niels Andrias Mortensen, sum eigur N.A. Transport, sigur, at skipið fer at kosta einar fimm-seks milliónir krónur, tá tað er siglingarklárt.
Atlantic er keypt óklassað, og skal til klassingar á Tórshavnar Skipasmiðju, áðrenn skipið fer í regluliga sigling.
Niels Andrias Mortensen sigur, at skipið er í góðum standi, og ikki er serliga nógv at gera við tað. Tó skulu bummarnir takast úr og krani setast á dekkið, eins og síðurskrúvur skulu setast í. Bæði aftan og framman.
Síðuskrúvurnar eru neyðugar, tí skipið skal lossa fóður beinleiðis til alibrúkini. Og tá er neyðugt at kunna »manøvrera« væl.
Tað verða tvær manningar upp á fimm mans hvør við Atlantic. Rutan verður millum Stavanger og Føroyar.
N.A. Transport, sum hevur lastbilar og truckar, hevur eisini avtalu við Skretting í Føroyum um lossing og flutning av fóðrinum, sum felagið selur.
Fyrr hevur fóðrið verið flutt við leigaðum skipum til Hvalvíkar, har Skretting eigur pakkhús. Men Niels Andrias Mortensen sigur, at teir mettu tað vera betri at hava egið skip. Tað hevur fleiri fyrimnir, sigur hann. Eitt nú regluligari flutning, eins og lættari verður at sleppa til alirstøðirnar. Hann væntar eisini, at flutningurin fer at vaksa.
Atlantic fer væntandi í regluliga sigling fyrst í mai, væntar Niels Andrias Mortensen. Á fyrsta túrinum til Føroya var einki alifóður við, men cement til Løvubetong á Eiði og seyðafóður til MBM Fóður í Kollafirði.