Í nátt fara stólarnir á dansigólvini

Páskirnar eru merktar av avmarkingum fyri tey, sum kundi hugsað sær út at dansa.

Páskirnar eru merktar av avmarkingum fyri tey, sum kundi hugsað sær út at dansa.

 

 

Tí tá ið klokan slær midnátt í kvøld, og páskadagur er, so er ikki loyvt longur at dansa, sambært lógini.

 Helst eru tey nøkur, sum hava upplivað, at vera í náttarlívinum náttina til páskadag, og sæð stólarnar standa á dansigólvum í dansistøðum.

 

 

 

Hetta er tí, at sambært halgidagslógini er ikki loyvt at hava slíkt virksemi páskadag, hóast loyvt er hjá skeinkistøðum at hava opið sum vant fram til áleið klokkan 03.45.

 

Langafríggjadag er heldur ikki loyvt at gera sum vanligt er hjá dansistøðum, tí ikki er loyvt at hava dans heldur hendan dagin. Men munurin er, at tá ið klokkan slær midnátt er halgidagurin av, og tá er loyvt at skipað virksemi sum vant.

 

 

Í nátt er akkurát øvugt. Tí meðan loyvt er at dansa áðrenn midnátt, so er ikki loyvt eftir midnátt.

 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at í nátt fara løgreglufólk - sum vanligt er - at vitja tey ymisku dansistøðini fyri at tryggja sær, at halgidagslógin verður hildin.

 

 

 

Vegleiðing hjá løgregluni til skeinki- og dansistøð er soleiðis orðað:

 

 

Halgidagslógin ( kongelig anordning nr. 441 af 21. november 1923):

§ 5. Offentlige forlystelser maa Aftenen før en Helligdag ikke vedvare længere end til Midnat og slet ikke finde sted Aftenen forud for Juledag, Paaskedag og Pinsedag efter kl. 6.

 

 

Útgreining av "Offentlige forlystelser" eftir politiviðtøkuni:

"Offentlige forlystelser" er dansur, konsertir, sjónleikur, biografur, "striptease", v.m. sum krevja loyvi frá politinum, tá talan er um tilrættalagt tiltak, har atgongugjald verður kravt.

Vanligur tónleikur úr hátalara á matstovu fellur vanliga uttanfyri ásetingina.