Nýtt fakfelagssamstarv

Sjey smærri fakfeløg á almenna arbeiðsmkarnaðinum hava gjørt samstarvsavtalu

Einaferð vóru fimm smærri fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum samstarvaðu, og tey høvdu eisini felags samráðingar.
Nú er talið sjey, sum samstarva, men tey ætla ikki at samráðast í felag.
Tey sjey feløgini eru Almanna- og heilsurøktarafelagið, Bioanalytikarafelagið, Ergoterapifelagið, Fysioterapeutfelag Føroya, Føroya Psykiatrifelag, Kost- og føðslufelag Føroya og Ljósmøðrafelag Føroya.
Samanlagt hava tey stívliga 600 limir.
- Vit ætla millum annað saman at viðgera viðkomandi samfelagsmál og gera viðmerkingar. Vit kunnu senda út felgs yvirlýsing og annað, sigur Maibritt Mohr, forkvinna í Almanna- og heilsurøktarafelagnum.
Tær hugsa sær at halda skeið og velja felags álitisfólk, tí limirnir í ymsu feløgunum eru í fleiri førum á sam arbeiðsplássi.

Nógv at samstarva um
Sum nevnt verður ikki felags samráðingar, men ætlanin er regliga at hava felags fundir fyri at kunna limirnar í feløgunum. Feløgini mugu vita, hvat eitt felag ger, eisini fyri at fyri at fyribyrgja, at feløgini ikki verða sett upp móti hvør øðrum. Samstarvið verður eitt netverk, har limirnir hava høvi at tosa meira saman.
Tær fara somuleiðis at samstarva, tá ið umboð skulu veljast í nevndir og ráð.
Feløgini halda, at við samstarvinum kunnu tey spara bæði tíð og pening.
Sáttmálarnir hjá feløgunum gingu út 1. oktober, men enn hevur einki av hesum sjey feløgunum fingi fundarboð frá Fíggjarmálaráðnum, men tey bóðu um fund við Fíggjarmálaráðið í dag, tí tey høvdu ymsar spurningar viðvíkjandi sáttmálasamráðingunum.
Huganin hjá feløgunum er at stuðla teimum, sum eru farin í gongd við samráðingar, um tørvur verður á teirra stuðli.
Tey sjey feløgini eru samd við hinum feløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum, at tey vilja hava meira í løn.

Frælsar samráðingar
- Vit átala eisini, at fyrsta útspælið hjá Fíggjarmálaráðnum var ein 0-loysn, tí tá eru tað ikki frælsar samráðingar, sigur Maibritt Mohr.
Feløgini hava ilt við at góðtaka, at leisturin fyri teirra samráðingar enn ikki eru lagdur. Við einum undataki eru forkvinnurnar óløntar og arbeiða fulla tíð.
- Vit kunnu ikki bara leypa avstað við stuttum varsli til samráðingar. Vit mugu biðja okkum frí og mugu tí hava eitt skotbrá.
Tær undrast eisini yvir, at summi feløg ikki hava fingið so frægt sum eitt svar frá Fíggjarmálaráðnum uppá, at sáttmálarnir eru uppsagdir.