Fair Play
Tryggingarfelagið Føroyar hevur sent út tíðindaskriv viðvíkjandi sonevndu Fair-Play skipanina, sum Tryggingarfelagið og Fótbóltssambandið hava samstarvað um síðani 1993.
Hetta er ein skipan, har lið úr úr trimum teimum ovastu mansdeildunum kappast um Fair-Play steypin. Tó so, at felag, ið hevur lið í fleiri av nevndu deildum, bert kann luttaka við besta liðnum.
Reglurnar
Tá landskappingini byrjar, verða 20.000 krónur settar av til hvørt liðið. Liðini verða síðani sektað fyri reyðu og gulu kortini, sum tey fáa í árinum. Gul kort kosta 1.000 kr. fyri hvørt, meðan reyðu kortini verða revsað við 3.000 kr. Hesar upphæddir verða so drignar frá teimum upprunaligu 20.000 kr., so hvørt sum árið líður.
Tað liðið, sum hevur størstu upphæddina eftir av avsettu upphæddini, tá kappingarárið er liðugt, fær ikki bert peningin, ið er eftir, útgoldnan, men fær samstundis heitið sum Leikum-fagurt, Fair-Play, meistari.
Kappast hevur verið um steypið frá 1993, og gongur avtalan millum partarnar fram til og við 2002. Steypið verður latið tí felag, sum hevur vunnið flestu ferðir hesi árini, og fer handanin av hesum fram á aðalfundinum hjá FSF.
Sjálvar reglurnar fyri kappingina eru ásettar av Tryggignarfelagnum og FSF, og hava partarnir í ár latið nýtt Fair-Play flagg gjørt. Hetta flagg verður nú sent feløgunum kring landið, og verður hetta sostatt at síggja til fótbóltsdystir kring alt landið í ár.