Fótbóltsfelag
Eitt nýtt fótbóltsfelag hevur nú sæð dagsins ljós í Eysturoy.
Tað eru Jákup A Olsen á Toftum og aðrir, sum nú hava stovnað fótbóltsfelagið Ravnur FC.
Hóast felagið fær heimstað í Runavík, ætla tey ikki, at felagið skal knýtast at nøkrum ávísum plássi.
- Hetta er stutt og greitt eitt eysturoyarfelag, sigur Jákup Olsen avgjørdur.
Sjálvur mannar hann nevndina í nýstovnaða felagnum saman við Bent Djurhuus, Mortani Hansen og Odduri Rasmussen.
Og tá ið sagt verður, at felagið er nýstovnað, skal tað takast heilt bókstaviliga, tí enn hava tey ongar spælarar og enn minni nakran heimavøll.
Tó hava tey søkt Runavíkar Kommunu um loyvi at brúka vøll og skiftirúm á Skála ella í Runavík, men tað málið er ikki avgjørt enn.
Fótbóltssamband Føroya hevur heldur ikki góðkent nýggja felagið, men umsóknin er latin inn og Jákup Olsen vónar at formligu viðurskiftini og FSF góðkenning verða avgreitt í februar.
Men hóast felagið er í føðingini, er tað ikki bara navnið, sum er klárt enn. Tey hava eisini longu bæði búmerki og búnarnar klárt.
Jákup Olsen vil ikki avdúka smálutirnir í búmerkinum, men tað hevur okkurt við navnið at gera og búnarnir verða svartir.
Kempa seg uppeftir
Av tí at tey hvørki hava heimavøll ella spælarar enn, hava tey heldur ikki meldað nakað lið til enn.
Men hetta arbeiða tey hart við og endamálið er at melda lið til í 3. deild næsta kappingarár, tí tað er á tí støðinum, at øll liðini skulu byrja.
Men hóast tey byrja bæði lágt og púrasta á berum, bagir ambitiónunum onki.
- Vit ætla at kempa okkum uppeftir og at enda í formuladeildini, sigur Jákup Olsen.
Hetta eina liðið, sum byrjar í 3. deild og sum tey vóna, berjir seg upp eftir í Formuladeildina, verður samstundis einasta liðið hjá felagnum í kappingini.
- Vit hava onga ungdómsdeild, men ætla at savna allar okkara kreftir um hetta eina liðið, sigur stigtakarin.
At talan er um eitt felag, sum eina og aleina hugsar um tað eina liðið, vónar hann, fer at eggja spælarum at leita sær til felagið.
Men er tað ikki nóg mikið av fótbóltsfeløgum í Eysturoy og hví so eitt felag afturat?
- Eg havi í veruleikanum onki gott svar til handan spurningin. Tað, sum vit miðja eftir, at savna allar okkara kreftir um eitt einstakt lið og tað halda vit ger tað meiri áhugavert enn at vera í feløgum, sum hava eina ørgrynnu av liðum, at hugsa um, sigur Jákup Olsen.