Nýtt fátækramark í Danmark

Danmark hevur fyri mánaði síðani ásett nýtt fátækramark, sum byggir á tilmælið frá einum serfrøðingabólki.
Fólk, ið trý ár á rað hava eina inntøku, sum er minni enn 50 prosent av miðinntøkuni, verða nú roknað sum fátøk. Í Danmark merkir hetta, at fólk, ið hava eina tøka ársinntøku eftir skatt upp á minni enn 103.200 krónur árliga, eru at rokna sum fátøk. Hetta svarar til eina tøka inntøku upp á 8.600 krónur um mánaðin eftir skatt.
Lesandi og fólk, sum hava ognir fyri omanfyri 100.000 krónur, verða ikki íroknað sum fátøk. Hetta merkir, at tað eru 42.200 fátøk í Danmark, av teimum eru 10.700 børn undir 18 ár.
Bent Greve, professari við deildina fyri Samfelag og Alheimsgerð við lærda háskúlan í Roskilde, segði við danska dagblaðið Information, at serfrøðingabólkurin heldur átti at fylgt fátækraásetingini hjá evropeiska hagtalsstovninum Eurostat, ið er ein inntøka upp á undir 60 prosent av miðinntøkuni. Hetta merkir at rættiliga nógv fleiri høvdu verið at mett sum fátøk.


-RN


------------


Tengt at húsarhaldinum

Serfrøðingabólkurin, ið hevur skrivað tilmælið til donsku stjórnina um fátækramark viðmæltim, at fátækradømi í framtíðini verður mált eftir, um eitt fólk í trý ár hevur eina inntøku, ið er 50 prosent av miðinntøkuni. Markið verður tó tengt at hvussu nógv fólk eru í húsarhaldinum

1 fólk = 103.200 krónur
2 fólk = 156.400 krónur
3 fólk = 199.400 krónur
4 fólk = 237.000 krónur
5 fólk = 271.000 krónur
6 fólk = 302.300 krónur

Hetta merkir altso, at búgva tvey saman, skulu tey gjøgnum trý ár hava eina inntøku minni enn 156.400 krónur tilsamans árliga, fyri at verða at rokna sum fátøk.