Mikudagin verður nýggja vísitalið, ið vísir gongdina hjá skrásettum føroyskum fyritøkum, tikið í nýtslu Nýggja vísitalið verður almannakunngjørt í høvuðssætinum hjá Eik í Havn og tikið í nýtslu, samstundis sum Eik Banki verður børsskrásettur í Reykjavík og Keypmannahavn mikudagin 11. juli kl. 11.00.
Tær tríggjar føroysku fyritøkurnar, sum mikudagin eru børsskrásettar ? Eik Banki, Atlantic Petroleum og Føroya Banki ? eru við í føroyska vísitalinum. Við talinum ber til at síggja, hvussu føroysku fyritøkurnar standa seg á børsinum.
- Vit eru fegin um at kunna leggja føroyska vísitalið afturat tænastunum til føroyska marknaðin. Talan verður um eitt mát fyri, hvussu føroysku partabrøvini standa seg. Íslendski virðisbrævamarknaðurin roknar við, at føroyska vísitalið fer at økja um áhugan fyri og handilin við føroyskum partabrøvum. Tað ber í sær, at marknaðurin mennist, sigur Thordur Fridjonsson, stjóri á íslendska virðisbrævamarknaðinum.
Nýggja føroyska vísitalið á OMX Nordic Exchange Iceland er eitt úrslit av arbeiðinum, sum byrjaði, tá Virðisbrævamarknaður Føroya og íslendski virðisbrævamarknaðurin fyri umleið fýra árum síðani gjørdu avtalu um skráseting av føroyskum virðisbrøvum.
-Vónandi kann nýggja føroyska vísitalið stuðla upp undir ta grógvandi føroysku virðisbrævamentanina, sum Eik hevur ein virknan leiklut í, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka.