Hjá teimum sum hava almikið stríð av at halda felgurnar á bilinum reinar, er gott nýtt at frætta. Eitt nýtt føroyskt produkt er komið á marknaðin, sum loysir hendan trupulleika til fulnar.
Talan er um Shiny Wheels, ið er ein nýggj føroysk vøra, ið er framleidd til at reinsa felgurnar á bilinum við. Tað er fyritøkan Incra Sp/f v. Regin W. Dalsgaard, sum stendur fyri hesi verkætlan, ið er gjørd saman við Kemilux.
Undir móttøkuni var møguleiki fyri at royna nýggju vøruna. Fólk vóru vælkomin at hava bilin við og royna hvussu Shiny Wheels virkar. Fleiri nýttu høvi og fingu felgurnar reinsaðar við sera góðum úrsliti. Shiny Wheels skal bert sproytast á felgurnar og síðan skolast av aftur aftan á 3 minuttir.
Nógv er gjørt burtur úr at spraydunkarnir skulu síggja atraktivir út og vera lættir at handfara. Framleiðslan verðuir gjørd saman við Kemilux, og í Føroyum verður tann lidna vøran seld gjøgnum Poul Michelsen. Annars er Shiny Wheel serliga ætlað til útlendska marknaðin, í fyrsta umfari Danmark og Ísland.
Myndatekstur:
Stjórin í Incra Sp/f, Regin W. Dalsgaard, spular her eina felgu, ið er reinsað við Shiny Wheels
Mynd: Magnus Gunnarsson