Nýtt føroyskt lag á Dansktoppen

Føroyingur hevur fingið eitt lag inn á Dansktoppen og nú ræður um at atkvøða, so lagið fær fótin fastan

Tað hevur eydnast argjamanninum og útisetanum Hans Jacob Mouritsen, at fáa eitt lag á danska hitlistan Dansktoppen. Lagið, sum er spildurnýtt og eitur “Forårets lyse time”, verður sungið av vinmanninum Lars Ole Holm. Lagið er undir sokallaðu “ugens bobler”, og er á veg inn á listan, um tað fær nóg mikið av atkvøðum.Føroyingar, ið ynskja Hans Jacob á listanum, kunnu til sunnudagin kl. 18:00 atkvøða lagið heilt inn á listan. Hetta kann gerast við at senda SMS til telefon nr. 00451212 og skriva dktop 11. Hans Jacob hevur m.a. skrivað Argjasangin, sum ofta er at hoyra í útvarpinum, tá kappróðrarbátarnir av Argjum vinna ein róður. Hann gav eisini fløguna “Navnleysur” út í fjør.