FJARSKIFTI
Um mánaðarskiftið broytti Føroya Tele skap. Føroyski risin á fjarskiftismarknaðinum er nú sundurskildur í eina konsern við móðirfelag og dóttirfeløgum.
Tey 160 fólkini í nýggja bygninginum í Hoyvík, umframt hini starvsfólkini kring landið, skulu nú hava læstar hurðar, tí feløgini skulu rekast sum vóru tey fullkomiliga hvør sítt.
Richard Mortensen, stjóri fyri P/F FT Samskifti, vísir staðiliga aftur, at tað ikki ber til at hava øll trý feløgini í sama bygningi.
- Tað eru greiðar reglur fyri gjøgnumskygni. Vit hava tí mest gjøgnumskygdu fyritøkuna í Føroyum, sigur Richard Mortensen.
Hann grundar hetta á, at serliga kervisparturin nú selir tænastur til Føroya Tele fyri sama prís og til aðrar veitarar.
- Vit kenna, at hetta fer at geva okkum nógv størri dynamikk og nógv fleiri møguleikar, sigur Richard Mortensen.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Net, samskifti, varp
Nýggi bygnaðurin hjá Føroya Tele er skipaður sum ein konsern við móðirfelag og dóttirfeløgunum. Sum tað sæst á myndini eitur móðirfelagið Føroya Tele. Har er fíggjardeild, KT-deild og leiðsla. Ì felagnum FT NET er alt kervið, t.e. allur infrastruktururin hjá felagnum. FT samskifti er tað felagið, sum fólk fara at samskifta við undir Føroya Tele navninum. Har er fastnetsøla, GSM og internet. Hetta er eisini størsta eindin í felagnum. Televarpið er lítlasysturin í familjuni við sínum tænastum.
Fólk flest fara altso at samskifta við samskiftisfelagið undir navninum Føroya Tele.
- Vit hava ætlað at gjørt hesar broytingarnar í longri tíð. Hetta er eisini ein liður í arbeiðinum at fyrireika einskiljingina av Føroya Tele, sigur Richard Mortensen.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Alment felag
Stjórin fyri Kall, Bjarni Askham Bjarnason, hevur við útvarpið hjá Kringvarpinum sagt, at hann heldur ikki tað vera nóg mikið bert at sundirskilja Føroya Tele í fleiri feløg, har kervið er eitt felag. Hann vil heldur hava kervið sum ein almennan stovn. Stjórin fyri Vodafone Island segði í Sosialinum í gjár, at hann ikki metir tað vera alneyðugt, at felagið er alment men tað verða settar greiðar treytir.
Jógvan Thomsen, stjóri fyri Fjarskiftiseftirlitið, heldur tað vera eitt stórt framstig, at Føroya Tele nú er sundurskilt í fleiri feløg.
Um Føroya Tele eftir ætlan verður einskilt, so verður tað upp til politiska myndugleikan at gera av, um Føroya Tele framvegis skal umsita kervið ella eitt annað felag, alment ella privat, skal umsita kervið.
FAKTA
Marknaðarpartur hjá Føroya Tele*:
FASTNET
79%
GSM
77%
Internet uppringt
79%
Breiðband
76%
*Sambært Føroya Tele og Fjarskifiseftirlitinum.









