Miðvingar liggja í løtuni til uppflyting, har liðið liggur á øðrum plássi í triðbestu deildini. Felagið hevur í summarsteðginum fingið nýtt fólk frá grannunum úr 07 Vestur. Kim Poulsen og Sonny Johansen, sum fyri árum síðan leiktu í bestu deildini, verða í seinna hálvu við MB. Tað verða Kári Mikkelsen og Jón Joensen eisini. MB hevur fimm stig minni enn Fram, sum er oddalið í triðbestu deildini. Kappingin byrjar aftur hin 17. august, tá miðvingar vitja í Fuglafirði. Fram tekur ímóti TB.