Nýtt fólk í B68-nevnd

Tofta Ítróttarfelag hevði týskvøldið ársaðalfund í húsunum hjá sær á Svangaskarði. Á skránni var millum annað nevndarval, og onkrar broytingar vóru gjørdar. Martin Heinesen boðaði frá, at hann stillaði ikki uppaftur og fyri hann varð Jan Andersen valdur. Hinir limirnir í nevndini eru Niclas Davidsen, Jan Petersen og Niclas Foldbo. Nevndin skipar seg á fyrsta fundi.