Nýtt evni til borgarstjóra í Hvalba

Niels Olaf Eyvindsson tók øll á bóli á bygdaráðsvalinum í Hvalba í gjár

Hvalbingar hava fingið eitt nýtt evni til sessin sum borgarstjóri í kommununi tey næstu fýra árini.

Tað er greitt eftir bygdaráðsvalið í gjár.

Har tók Niels Olaf Eyvindsson alt og øll á bóli við at verða fyrst valdur bygdaráðslimurin við 65 atkvøðum, sum eru fimm fleiri enn Otto West fekk, sum nú er borgarstjóri.

Tveir listar vóru til bygdaráðið og listin, sum bæði Niels Olaf Eyvindsson og Otto West eru á, fekk fimm av teimum sjey bygdaráðslimunum og hevur sostatt meirilutan einsamallur.

Niels Olaf Eyvindsson staðfestir eisini, at sum fyrst valdur bygdaráðslimur, eigur hann eisini at vera eitt evni til borgarstjórastarvið.

Men hann leggur dent á, at enn er onki avgjørt. So fer framtíðin at vísa, hvat semja fæst um og enn hevur hann ongi stig tikið til at skipa nýggja bygdaráðið.

Hann hevur einaferð fyrr verið uppstillaður, tað var á valinum fyri 12 árum síðani, men tá kom hann ikki nær í námind av einum sessi í bygdaráðnum.

Sjálvur dugir hann ikki at siga, hvussu tað bar til, at hann fekk so góða undirtøku á valinum hesuferð.

Hann hevur skrivað nakrar greinar, býtt faldara í hvørt hús og annars tosa við fólk, hann kennir, men annars hevur hann ikki verið so íðin at raka og egna, sum onkur onnur valevni hava verið.

Hann sigur, at hann hevur somuleiðis lagt dent á at føra eitt sakligt valstríð, har hann ikki hevur tveitt runubløk eftir øðrum valevnum.


Vilja kanska hava broyting

Hann heldur, at úrslitið í Hvalba kann verða ein ábending um, at veljarin vil hava broytingar.

- Eg ánaði ikki, hvar eg fleyt, so eg eri avgjørt ovfarin av úrslitinum, tí frammanundan hevði eg í mesta lagi vænta mær 30 atkvøður.

Men sjálvur heldur hann, at hvalbingar kenna hann sum frammrættaðan, nýskapandi og semjusøkjandi og hann hevur verið upp í nógvum tiltøkum í sóknini.

Tveir bygdaráðslimir, Bjarta Berg og Levi Niclasen, sum hevur verið borgarstjóri í fleiri valskeið, stillaðu ikki uppaftur og tann eini bygdaráðslimurin, Magni Bertholdsen, rakk ikki innaftur hesuferð.

Sostatt eru tríggir nýggir bygdaráðslimir í Hvalbiar Kommunu og teir eru Herdis Jensen úr Sandvík, Rúni Thomsen og Niels Olaf Eyvindsson úr Hvalba og teir eru allir á lista A

Hinir bygdaráðslimirnir eru: Otto West, Niels Jacob Thomsen, øll á lista A og Trygvi Midjord og Martin í Nesi á Lista B.