Nýtt enskt tilfar…

Føroya Skúlabókagrunnurin hevur givið út bókina Mandy at home. Workbook eftir Unu Poulsen

Í hesari arbeiðsbókini eru fjølbroyttar uppgávur, har ið næmingurin kann venja og menna sín førleika í enskum. Bókin er einnýtisbók og skipað á sama hátt sum arbeiðsbókin til Mandy on holiday. Tekningarnar í bókini hava Hannis Egholm, Anni Arge Lamhauge og Osvald Jacobsen gjørt. Skúlabókagrunnurin hevur eisini givið út Mandy at home. Lærarabók, sum Una Poulsen somuleiðis hevur greitt úr hondum. Lærarabókin er ætlað sum uppskot og hugskot til lærarar, hvussu teir kunnu skipa sína undirvísing.


…og týskt tilfar

Týskt 1 eftir Gunnvá Dam, lærara, er skrivligt týskt til 8. flokk. Hetta er fyrsta av trimum bókum. Týskt 1 er uppgávubók til byrjanarundirvísing í týskum. Í bókini eru grundleggjandi mállæruvenjingar í týskum, har dentur verður lagdur á navnorð úr gerandisdegnum og bendingarnar í nútíð og tátíð av sagnorðunum sein, haben og werden.