Nakað av fólki var samankomið í illfýsna veðrinum mikudagin, tá Halldóra Ranghamar, bygdaráðsformaður setti fyrsta spakan í fyri nýggja eldrasambýlinum, sum kommunan fer at byggja.
Eftir hátíðarløtuna bjóðaði kommunan til ein drekkamunn í dagtilhaldinum fyri eldri við Gøtugjógv.
Tíggju búpláss
- Vit fáa pláss fyri 10 búfólkum í sambýlinum, sum ætlanin er skal verða liðugt í mai 2004. Í kjallaranum verður tó pláss fyri 6 fólkum aftrat seinni, sigur Haldóra.
Hon sigur, at nakað av kjallaranum verður innrættað beinanvegin til dagtilhald fyri eldri. Í løtuni húsast dagtilhaldið við Gøtugjógv. Har varð boðið til ein drekkamunn eftir hátíðarløtuna mikudagin, og var møguleiki hjá fólki at síggja tekningina av sambýlinum.
Sunnan fyri nýggju býlingaútstykkingina hevur kommunan hevur sett stórt øki av til tey gomlu.
Øki til útbyggingar
- Vit vildu seta nóg mikið av plássi av beinanveg. Ætlanin er seinni at byggja vardar íbúðir og annað í sambandi við eldraøkið, sigur bygdaráðsformaðurin.
Tað er landið, sum hevur ábyrgdina av starvsfólki til sambýlini, meðan kommunurnar lata bygningar og náttarvaktir til.
Hóast tað í seinastuni hevur verið nakað av rokilsi í sambandi við eldrasambýlið í Klaksvík, so heldur Gøtu kommuna seg ikki aftur í at fara í gongd fyri at fáa pláss fyri teimum eldru í kommununi.
Í leysari luft
- Fløkjan, sum nú hevur tikið seg upp í samband við eldrasambýlið í Klaksvík, ger, at vit kenna okkum eitt sindur í leysari luft. Men vit vóna, at ein loysn er funnin á tí trupulleikanum, tá okkara stendur klárt at taka í nýtslu, sigur Haldóra Ranghamar at enda við Sosialin.
Í Syðrugøtu hevur røktarheimið í Runavík eina lítla deild, har pláss er fyri um 8-10 fólkum. Í løtuni er Gøtu kommuna við í eini útbygging av røktarheiminum í Runavík, sum gevur rúm fyri 24 røktarplássum aftrat.
Í Gøtu kommunu er nógv virksemi. Kommunan hevur ikki færri enn 28 skrásett partafeløg.