Nýtt virki
Teir tríggir hava í fleiri ár fingist við el-arbeiði av ymsum slag, men við at seta á stovn nýtt felag, ætla teir sær at taka kappingina upp við hinar á marknaðinum.
Breiðar royndir
Bernhard og Ólafur, sum báðir eru havnarmenn, lærdu á Tórshavnar Skipasmiðju miðskeiðis í 90'unum, men síðani hava teir verið ymsa staðni og arbeitt. Eftir at hava verið í Oslo í hálvtannað ár, hevur Bernhard síðani tikið útbúgving sum maskinmeistari og el-innleggjari, og seinnu árini hevur hann starvast sum maskinmaður hjá Sveipi á Argjum. Ólafur fór eftir lærutíðini til skips sum maskinmaður, umframt at hann eitt skifti var í Skagen fyri El-Service. Seinastu fimm árini hevur hann verið í starvi hjá El-heilsøluni, Solar, sum kundaráðgevi.
Poul Erik, sum er úr Vestmanna, hevur seinastu seks árini starvast hjá Tummas Eli Hansen, har hann eitt nú hevur verið partur av byggingini hjá Føroya Tele í Hoyvík og umbyggingini av Landssjúkrahúsinum. Undan hesum var hann í fleiri ár í Australia, har hann hevði egið el-virki.
Teir tríggir siga, at teir í eina tíð hava tosað um at stovna egið virki. Eftirspurningurin eftir elektrikarum hevur verið sera stórur seinastu árini. Bæði tí nógv er til av arbeiði, men eisini tíð nógvir føroyskir elektrikarar hava leitað sær uttanlands í arbeiðsørindum.
Bjartskygdir
Hóast el|net bert hevur góðar tríggjar vikur á baki, so tykjast teir tó ikki ivast í, at hetta fer at bera væl til hjá teimum.
Í løtuni er í øllum førum nóg mikið av arbeiði hjá elektrikarum, so vit fara neyvan at ganga tómhentir. Hartil haldi eg eisini, at við royndunum, sum vit hava, so spenna vit rættiliga vítt innan el-yrkið. Nakað sum vit eisini hava roynt at fingið við í navngevingini av virkinum. Hartil meta vit, at nú vit allir í felag eiga virkið, so tryggjar tað virkinum eitt betri støðufesti - og tí eisini tryggleika til kundar okkara, sigur Ólafur.










