Bíligari í Tivoli
Eini góð tíðindi hjá øllum barnafamiljum er, at Tivoli í Keypmannahavn hevur lækkað prísin. Børn undir 8 ár sleppa inn ókeypis, og fram til 30. juni kostar tað 75 krónur hjá vaksnum. Í juli eru prísirnir fyri vaksin tó aftur teir somu, sum teir plaga at vera. Tivoli hevur eisini vaksið um havarnar og bjóðar fleiri mentannartiltøk í ár.
H&M í Kastrup
Sum fyrsti flogvøllur í heiminum hevur Kastrup Lufthavn fingið sítt egna Hennes&Mauritz. Handilin lat upp 26. mai og er í tveimum hæddum. Hann er innan fyri trygdareftirlitið í Terminali 3, so nú er bara at shoppa, meðan man bíðar eftir at sleppa umborð á Atlantic.
Kleopatra á Glyptotekinum
Áhugaverda savnið "Ny Carlsberg Glyptotek" hevur í summar eina framsýning um drotning Kleopatru og ta tíð, hon livdi í. Framsýningin er komin frá British Museum í London og Natinalmuseum í Keypmannahavn. Framsýningin er opin fram til 7. august.
Nýggj matstova á Kongens Nytorv
Kokkurin Bo Bech, sum áður hevur starvast á kendu matstovuni Paustian, hevur latið sína egna matstovu upp. Restaurant Geist, sum hon eitur, er fyri tey, sum ikki planleggja matstovuvitjanina so væl, og hon er heldur ikki so dýr. Adressan er Kongens Nytorv 8.
Elvis á Jútlandi
15. apríl í ár lat "Graceland Randers" upp í Jútlandi. Tað er eitt kopi av heiminum hjá Elvis Prestley í Memphis, Tennessee, í USA og er opið fyri almenninginum. Nærindis er eitt Elvis-savn eisini latið upp.