Sjóvar kommuna hevur nevniliga leigað sonevndu Pensjónistahúsini til hetta tiltakið tveir dagar um vikuna. Endamálið við dagtilhaldinum er at fólk skulu kunnu koma saman at hugna sær og gera ymiskt saman, soleiðis at tey kunnu mennast og fáa økt lívsvirði.
Fyrstu ferð hetta dagtilhald lat upp dyr sínar var seinnapartin í dag, tá ætlanin var at gera okkurt serligt burturúr úr fyri øllum teimum, sum koma at brúka hetta tilboðið.
Leiðarin fyri dagtilhaldið, Karen Abrahamsen sigur at ætlanin er at hetta dagtilhaldið skal verða opið tveir dagar um vikuna, týsdag og hósdag frá kl. 15 til 18.
Millum gestirnar í dag vóru m.a. Jógvan Fríðriksson prestur og fleiri næmingar úr musikkskúlanum, sum gjørdu hesa løtuna so hugnaliga.










