Nýtt brævlán frá Landsstýrinum

Enn er eingin føroyskur virðisbrævamarknaður komin, so Landsstýrið hevur valt at geva brævlán út fyri eitt ár í senn til marknaðurin verður veruleiki

BRÆVLÀN

Føroya Landsstýri gevur út nýtt 3,25% brævlán áljóðandi 300 mió kr 11. desember 2002. Lánið skal nýtast til endurfígging af verandi brævláni, sum fellur til gjaldingar sama dag.
Landsbanki Føroya og Nordea Bank skipa fyri láninum. Kaupthing Føroyar Virðisbrævameklarafelag p/f og Norðoya Sparikassi eru med-fyriskiparar.
Nýggja lánsbrævið, sum verður skrásett í Værdipapircentralen og noterað á Københavns Fondsbørs, fellur til gjaldingar 11. desember 2003.
Hesum boðar Landsbanki Føroya frá í tíðindaskrivi.
Sigurd Poulsen, stjóri fyri Landsbanka Føroya, sigur, at rentan er umleið tað sama sum á tilsvarandi brævlánum hjá statinum. Ein lítið rentumarginalur er lagdur afturat.
Skatturin av rentuvinninginum fyri brævlán er 35% fyri privat persónar. Fyri partafeløg skal gjaldast vanligur partafelagsskattur.
At keypa eitt tílíkt brævlán kemur ikki nógv meira ? onkustaðni minni ? ein uppsparingar konto í banka ella sparikassa.
Sigurd Poulsen sigur, at hjá Landsbankanum eru teir ikki kunnaðir um, hvør tað er, sum keypir partar av tílíkum brævlán. Hann sigur tó, at teir størru bitarnar oftani enda hjá útlendskum ánarum.
Orsøkin til, at brævlánið er sett til eitt ár, er, at Landsstýrið ynskir at bíða til ein føroyskur virðsbrævamarknaður kemur á beinini.
?Til hesin verður veruleikin, hevur Landsstýrið valt at útgeva brævlánini fyri eitt ár í senn, sigur Sigurd Poulsen.
Stjórin fyri Landsbankan veit eisini at siga, at tekniskt og fíggjarliga er klárt at byrja við virðisbrævamarknaðinum í 2003. Enn er tó nøkur ting, sum skulu fella upp á pláss, áðrenn byrjast kann. Politiskur vilji skal eisini vera til staðar.
Sigurd Poulsen roknar fyri vist, at byrjanin hjá marknaðinum verður spakulig fyri allar partar.
Eftir orðaskiftinum í Løgtinginum at døma, kann ein komandi virðisbrævamarknaður fáa stóra ávirkan. Tosað verður í løtuni um, at landsins ognir í form av Fiskavirking og øðrum almennum fyritøkum skulu seljast um ein føroyskan virðisbrævamarknað.