Nýtt boð uppá Liverpool

Meðan Liverpool stríðist í rættinum fyri at vinna eina sak ímóti Tom Hicks og George Gillett, so hevur Peter Lim úr Singapor bjóðað uppá felagið. Í síðstu viku helt New England Sports Ventures við John W Henry á odda, at teir høvdu keypt Liverpool, men núverandi eigarnir, Tom Hicks og Geroge Gillett, vildu ikki vita at tilboðnum, sum ljóðaði uppá góðar 2,56 milliardir krónur. Hóast tað, so valdi ein meiriluti í leiðsluni í Liverpool at taka at tilboðnum. Hicks og Gillett meta at meirilutin í Liverpool ikki kann selja felagið uttan teirra samtykt, tí er sakin enda í rættinum.

 

Í midlari tíð hevur Peter Lim bjóða áleið 2,72 milliardir krónur fyri Liverpool. Hann hevur samstundis lova, at Liverpool fær yvir 300 milliónir at keypa fyri í januar flytingarvindeyganum. Peter Lim hevur samstundis sagt í einum tíðindaskrivi, at felagið verður keypt við hansara egnu pengum.

 

SkySports serfrøðingur metir, at boðið hjá Peter Lim bara kemur uppá tal um Hicks og Gillett vinna sakina í rættinum. Tapa teir, so verður Liverpool selt NESV.

 

Um Hicks og Gillett vinna sakina í rættinum, so hava teir til fríggjadagin at gjalda eina skuld uppá yvir tvær milliardir til Royal Bank of Scotland. Gera teir ikki tað, so kann Liverpool enda við at koma undir umsitin og harvið blíva revsa við at missa 9 stig.