Nýtt bensin

? Eftir at nýtt blýfrítt bensin oktan 95 kom til landið við tangaskipinum »Magn« í farnu viku, eru vit í dag farin undir at selja hetta á flestu Shell støðunum kring landið

Hetta sigur Shell í tíðindaskrivi. Felagið vísir á, at flest allir bensinbilar nýta blýfrítt oktan 95. ? Allir bilar, sum eru framleiddir eftir 1990, kunnu nýta blýfrítt oktan 95. Tað er sostatt bert ein minni partur av bensindrivnu bilunum í Føroyum, ið framhaldandi noyðast at nýta oktan 98, sigurt oljufelagið Shell.
Eru ivamál ella spurningar um ein bilur kann nýta oktan 95, so mæla tey á Shell til, at spurt verður um hetta hjá teimum ávísu bilforhandlararunum. Ofta ber eisini til at kanna hesi viðurskiftir í instruktiónsbókini, sum hoyrir til bilin.
Hendan umlegging sparir oljufelagnum pengar, tí tey fáa keypt bensinið inn bíligari ? og verður prísurin fyri brúkaran tilsvarandi lækkaður, sigur Shell.
Shell fer framhaldandi at selja oktan 98 á mestsum øllum støðunum í Føroyum.