Heimasíðan hjá Húsinum, www.husid.fo, skrivar, at íalt 33 børn vóru á vali hesaferð. Tá ið valúrslitið fyrilá, vórðu boð send eftir Jógvani Skorheim, mentanarnevndarformanni, sum kom á vitjan og kunngjørdi úrslitið. Inn komu Regin Høgnesen, Angela C. Mathisen og Kristian Linklett. Tiltakslimir eru: Leivur Ellingsgaard og Emilia Zachariassen. Ráðið skipar seg komandi mánadag. Skipanin við barnaráði í Húsinum hevur nú verið roynd í eina tíð, og Húsið skrivar á heimasíðuni, at hetta hevur riggað óføra væl. Barnaráðið, sum er fyri tey frá 3. flokki til og við 7. flokk, hevur til endamáls, at tey ungu sjálvi fáa møguleika til at seta dám á tiltøkini og umhvørvið í Húsinum. Í samband við valini hesaferð hevur Húsið eisini havt vitjan av Jancy Klein, sosialdeildarleiðara, og Jógvan Skorheim, mentanarnevndarformanni, sum greiddu teimum ungu eitt sindur frá, hví barnaráðið hevur týdning. Øll eru hjartaliga vælkomin at stilla upp, og uppstillingarlistar lógu frammi í Húsinum undan valinum, har tey ungu kundu seta seg á lista við at venda tær til eitt av starvsfólkunum. Sigast má, at áhugin var rættiliga stórur, tí ikki færri enn 15 børn stillaðu upp. Eisini varð skipað fyri pallborðsfundi millum tey uppstillaðu, har tey fingu høvi til at siga frá, hvørjum tey ætla at arbeiða fyri.
Kelda: Klaksvík.fo










