Síðan Bakaríið hjá Frants stongdi í 2006, hevur einki nýbakað breyð verið at fingið í miðbýnum í Havn. Men í gjár skrivaði Vágaportalurin óváttaði tíðindi um, at Mylnan flytur inn á niðastu hædd í Handilskjarnanum. In.fo hevur tosað við Niels Mortensen, stjóra í SMS, og hann váttar í dag tíðindunum.
- Ja, Handilskjarnin skal umvælast allur sum hann er, og tá tað arbeiðið er liðugt, flytur Mylnan inn á niðastu hædd, sigur hann. Tað er SMS sum eigur Mylnurnar kring landið.
Les eisini: Torgerð Suðuroy blakað úr Handilskjarnanum
Niels Mortensen væntar, at nýggja bakaríið er klárt at taka móti fyrstu svangu gestunum í novembur ella desembur í ár. Hann fortelur eisini, at handilin kemur at líkjast teimum Mylnunum, vit longu kenna, men at handilin samstundis kemur at skilja seg út.
- Tað verður nokk møguligt hjá gestunum at seta seg við einum kaffimunni eisini, sigur Niels Mortensen og greiður frá, at nýggja Mylnan kemur at vera meir café-kend og býarvinarlig.
Men er tað ikki ein forðing fyri handilin, at parkeringsviðuskiftini í miðbýnum eru so ring?
- Vit leggja okkum jú eftir, at nýggja Mylnan skal vera býarkend, og tí vóna vit at kunna trekkja øll tey fólkini, sum frammanundan ferðast í miðbýnum, inn í handilin, sigur hann og sipar til tey, sum arbeiða í miðbýnum og tey, sum ferðast við bussi.