Talan er um eitt 110.000 fermetra stórt øki norðanfyri útstykkingina á Hamrinum, har økið verða gjørd til húsaeindir av ymiskum slagi, bæði til barnafamiljur og til meiri tilkomin fólk. Ætlanin er somuleiðis at gera felagsøki til allar hesar aldursbólkarnar.
Tórshavnar kommuna hevur keypt hetta økið, sum síðani verður selt víðari til Valbjørn, sum hevur hesa stóru ætlanini.
Øll ætlanin hevur verið fyriløgd umsitingini í býráðnum.
- Eg má bara siga sum er, at hetta er ein tann flottasta byggingin eg nakrantíð havi sæð, sigur borgarstjórin, Heðin Mortensen.