Nýtt búmerki til skála

búmerki

Skála Ítróttarfelag hevur nú fingið sær nýtt búmerki. Á seinasta aðalfundi samtykti nevndin, at nýtt búmerki skuldi fáast til vega. Einamest tí felagið nú bara fæst við fótbólt, og at gamla búmerkið tí var ótíðarhóskandi.
Ein búmerkjakapping varð útskrivað, og hóast stutta skotbráðið, hevur nevndin síðani fingið eini 30 uppskot at meta um. Eftir viðgerð av innkomnu uppskotunum kom nevndin ásamt um at velja omanfyristandandi uppskot, sum Guðrun Christiansen, ið er ættað av Strondum men búsitandi í Danmark, er meistari fyri.
Grundgevingin hjá starvsnevndini at velja uppskot Guðrunar er, at talan er um eitt einfalt búmerki, har Skála er á ferð frameftir og uppeftir. Eisini eru fáir litir í hesum uppskotinum og tað ger tað einfaldari at arbeiða við grafiskt. Litirnir í búmerkinum kunnu skifta, alt eftir hvør bakgrundin er, og tað ger tað lætt at arbeiða við.