Fyrst í juni byrjaði Beinta Á. Gregersen í starvi sum leiðari av Mentanarhúsinum í Fuglfirði, og eitt av fyrstu ynskjum hennara var at fáa eina nýggja heimasíðu og eitt nýtt meir tíðarhóskandi búmerki. Nú, fáar dagar áðrenn mentanardagarnir byrja, eru búmerki og nýggja heimasíðan klár. Tað er KREA, sum hevur staðið fyri arbeiðinum.
- Búmerkið er samansett av seks kassum, sum eru settir saman sum ein pallur ella eitt hús. Ein partur stendur uppúr og er tað tekin um, at summi skara framúr í einihvørji list. Tey skulu heiðrast og viðurkennast. Búmerki er eisini sum ein spælislanga, sum man kann snara og byggja sum man vil. Í júst hesum hevur tú spæl og stuttleika, sum eru kanska teir týdningarmiklastu tættirnir í einum mentanarhúsi. Síðurnar á kassunum eru eisini sum gluggar, skíggjar og sum myndir. Eisini síggjast opnar bøkur í búmerkinum. Bøkur tengjast at mongum listagreinum og mentan sum heild, sigur KREA um búmerki.
- Búmerkið hevur bert ein lit: Svart. Roynt hevur verið at brúka tveir og fleiri litir í búmerkinum, men støðugt hevur verið komið aftur til ta niðurstøðu, at við at lata rammuna um listina, sum mentanarhúsið er, vera so litleysa sum gjørligt, fært tú mentanina og listina at síggjast og skína betri og sterkari. Mentanarhúsið eigur helst ikki at flagga við sær sjálvum, men bert at vera flaggstongin, sum mentanin og listin verður heysað upp í og latin síggja, sigur KREA um litirnir.
Beinta Á. Gregersen fegnast um búmerki:
- Tá vit byrjaðu uppá arbeiði í juni, hevði eg ikki rokna at tað fór at eydnast at fáa bæði heimasíðu og búmerki klárt til mentanardagarnir – eisini tá hugsað verður um, at hetta hevur verið gjørt í hægstu feriutíð – men eri eg ómetaliga fegin um, at tað gekk. Vit hava stórar ætlanir við mentanarhúsinum, sum jú er í mentanarháborgini í Føroyum, og vil eg hervið nýta høvi til at takka fuglfirðingum fyri tað álit, mær er sýnt, at leiða hetta arbeiðið, sigur hon.










