Nýtt búmerki

Ein av fyrstu uppgávunum hjá nýggja marknaðarleiðaranum í Suðuroyar Sparikassa var at dagføra búmerkið stovnsins

Eirikur Lindenskov


Suðuroyar Sparikassi hevur nú fingið nýtt búmerki. Men talan er framvegis um hvalin, sum hevur myndað búmerkið stovnsins siðani 1953.

? Nú vóru so nógva útgávur av búmerkinum, at vit hildu tað verða rættast at rudda eitt sindur upp, sigur Per Jacobsen, sum 1. mars varð settur sum marknaðarleiðari í Suðuroyar Sparikassa. Per hevur drúgvar royndi í sparikassa, tí hann starvaðist í Føroya Sparikassa - hinu megin gongugøtuna í Havn - í samfull 35 ár, og var uppgávan við búmerkinum ein hin fyrsta hjá Peri í nýggja starvinum.

Annars er virksemið hjá Suðuroyar Sparikassa vaksið nógv síðani deildin lat upp í Havn.

? Tað eru heldur ikki bara suðuroyingar, sum nýta stovnin, men eisini nógv fólk norðanfjørðs, sigur Per Jacobsen, sum heldur at deildin í Havn liggur sera væl fyri í gongugøtuni í Havn.

Í deildini hjá Suðuroyar Sparikassa í Havn starvast í dag seks fólk.