Nýtt andlit til nýggj andlit

Saltangará: Eftir at hava lært til fotograf fer Sunrid í Gong nú at yvirtaka myndatøkurnar sjálvar hjá Fotomiðstøðini í Saltangará.

Hon varð útlærd sum fotografur 31. august, og hevur nú í samstarvi við lærumeistara sín, Judith Johannesen avgjørt at víðka nakað um virksemið:

Hereftir kemur Judith sjálv at standa fyri søluni í handlinum, meðan Sunrid fer at taka sær av myndatøkunum.

- Eg havi tikið nógvar portrettmyndir, og tað komi eg framvegis at gera, sigur Sunrid.

Hon hevur longu prógvað góðu evni síni sum fotografur á heimasíðu sínari – www.sunrid.com, men hevur hon eisini hesi seinastu árini lært at taka myndir av modellum, sum eru vælegnaðar til lýsingar hjá føroyskum fyritøkum.

Í sambandi við broytta virksemið í Fotomiðstøðini verður móttøka leygardagin, har fólk eru vælkomin inn á gólvið at heilsa uppá tær báðar, Judith og Sunrid millum klokkan 11 og 14:30.