Nýtt andlit í náttarlívinum í Havn

Jákup á Borg er nýggjur leiðari á la Terrasse, og hann ætlar at fremja fleiri broytingar í konceptinum. Tey flestu munnu kenna Jákup frá fótbóltinum, har hann í fleiri ár hevur verið ein av størstu føroysku profilunum á landsliðnum og í heimligu kappingini.

 

Nú er 30 ára gamli landsliðsspælarin settur í starv sum leiðari á la Terrasse, og hann hevur longu ætlanir um fleiri broytingar.

- Vit fara at umskipa konseptið nakað, og longu komandi vikuskifti ætla vit at skifta navn. Og tá verður hetta markerað við einum ordans braki, lovar hann.

Føstulávint og Valentine er hetta vikuskiftið, og tað ætlar leiðarin tó ikki skal fara framvið uttan víðari, og tí verður grýludansur við øllum tí, sum har til hoyrir, nú leygarkvøldið.

 

Umframt starvið á la Terrasse, hevur Jákup í fleiri ár verið stjóri á Bilrøkt, sum hann eigur part av. Og hetta starv fer hann framvegis at røkja, sigur hann.