Havnar Róðrarfelag hevur umbiðið nýtt 5-mannafar frá Sámali Hansen, soleiðis at betri umstøður verða til alvaróðurin
Hetta skrivar Havnar Róðrarfelag á heimsíðu sínari.
Sagt verður, at nú talan hevur verið um fleiri bátabólkar, er tað vorðið ein alsamt vaksandi trupulleiki at finna venjingartíðir til allar manningarnar, sum rógva við sama báti.
Men tann trupulleikin verður so munandi minni, tá felagið fær nýggjan bát.











