Nógv verður lagt fyri, nú Argja Róðrafelag brynjar seg til komandi kappróðrarárið.
Við heimasíðuna hjá Havnar Róðrarfelag, www.drekin.fo, sigur formaðurin í felagnum, Frói Ó. Olsen, at venjingarumstøðurnar í neystinum verða betraðar. Hølini sjálvi eru víðkað nakað, umframt at tvær nýggjar rógvimaskinur eru fingnar til vega.
Hartil fær felagið nú eisini nýtt 5-mannafar. Tað er Sámal Hansen, sum hevur smiðað hetta, og ætlandi verður tað latið nýggju eigarunum í apríl mánaði.