Felagið Rækjuskip hevur noterað sær, at flakatrolararnir í Barentshavinum gera krav uppá at fáa tillutað stóran part av svartkjaftinum við tí grundgeving, at svartkjafturin er nýttur sum gjald fyri botnfiskakvotuna, frá serliga Russlandi, í Barentshavinum. Felagið Rækjuskip tekur ikki støðu til hvørt hetta er ein hóskilig grundgeving fyri at gera krav uppá svartkjaftin, men vit vilja hinvegin mótmæla, at tað verður ført fram at svartkjafturin er gjald fyri botnfiskakvotuna eina. Føroysk rækjuskip hava í nógv ár havt eina rækjukvotu á 3000 tons í russiskum sjógvi. Hendan kvotan hevur verið minkað av og á, fyrst og fremst fyri at hjálpa flakatrolarunum í tí balanseraður avtaluni við Russlands, soleiðis at teir kundu fáa nakað meira av botnfiskið, tá heildarkvotan er minkað. Á fyrireikingarfundinum í Fiskimálastýrinum síðst í november 1999, til samráðingarnar við Russland, bleiv Felagið Rækjuskip m.a. spurt, um rækjukvotan kundi lækkast, av tí at niðurskurðurin í toskinum var so stórur. Hesin fyrispurningur kom, hóast at flakatrolararnir ikki hava megna at uppfiskað sínar kvotur í Barentshavinum. Felagið Rækjuskip játtaði kortini fyri hesum við tí treyt og fyrivarni, at flakatrolararnir ella aðrir skipabólkar ikki løgdu forðingar í vegin fyri, at rækjukvotan kom uppaftur á 3000 tons, um tørvur bleiv á hesum seinni, og hevði ongin frá hvørki vinnuni ella Fiskimálastýrinum nakrar viðmerkingar til hetta.
Sum tað framgongur av tí balanseraðu avtaluni millum Føroyar og Russland fyri 1999, so stendur føroyska rækjukvotan umroknað til toskavirði fyri 34,52% av samlaða toskavirðinum av Russlandssáttmálanum. Hetta merkir, at rækjuflotin, við júst somu grundgevingum sum flakatrolararnir, kann gera krav uppá 61% av allari russisku svartkjaftakvotuni undir Føroyum í 1999, svarandi til 60.004 tons. Hesa nøgd vil rækjuflotin síðani kunna nýta í umbýtið við Russland fyri rækjur í russiskum sjógvi og á Flemish Cap, soleiðis sum felagið hevur víst Fiskimálastýrinum á, at áhugi er fyri.
Ein skipabólkur afturat - kraftblokkaskipini - ger eisini krav um eksklusivan rætt til føroysku svartkjaftakvotuna, eftir at TAC er ásett. Felagið Rækjuskip vil, eins og flakatrolararnir, gera vart við, at tann svartkjaftakvota russar fáa í føroyskum sjógvi er fyri rættindi í Barentshavinum, harav 34,52%, svarandi til 60.004 tons, av tí svartkjaftakvotu russar fingu í 1999, var fyri rækjur. Vit vilja eisini vísa á, at Føroyar í seinastu avtaluni við Russland finguð eina nýggja kvotu á 10.000 tons av lodnu, sum kraftblokkaskipini helst koma at veiða. Hesa kvotu hava Føroyar goldið fyri, m.a. við at rækjukvotan lækkaði fyri ár 2000. Vit halda tí at tað ber til at staðfesta, at kraftblokkaskipini í 2000 hava økt um sínar veiðumøguleikar við eini nýggjari kvotu frá Russlandi, uppá bekostning av rækjuflotanum. Men samstundis gera teir eisini krav uppá svartkjaftin.
Vit vilja eisini vísa á, at tá talan er um ES-sáttmálan fyri 1999, hevði rækjukvotan í Eysturgrønlandi eitt toskavirði svarandi til 13,93% av samlaða toskavirðinum av avtaluni við ES. Eins og viðv. Russlandsavtaluni merkir hetta, at rækjuflotin, aftur við júst somu grundgevingum sum flakatrolararnir, kann gera krav uppá 92% av allari ES-svartkjaftakvotuni undir Føroyum í 1999, svarandi til 22.977,5 tons. Hesa nøgd vil rækjuflotin síðani kunna nýta í umbýtið við ES fyri rækjur í ES/grønlendskum sjógvi.
Viðurkennast má, at hesin nýggji háttur ið flakatrolarar og nótabátar nýta at gera krøv um kvotur galdandi er nýggjur og óvanligur. Felagið Rækjuskip kennir tað tó sum sína skyldu at gera vart við, hvussu stóran lut rækjuflotin eigur av svartkjaftinum sambært teim grundgevingum sum hinir skipabólkarnir hava víst á.
Samanumtikið metir Felagið Rækjuskip, at tað er neyðugt at vinnan kemur til eina sínamillum semju í hesum málið, soleiðis at hetta ikki endar í einum innanhýsis stríði, har støðan er læst føst frá fyrsta degi av. Felagið Rækjuskip kann tí boða frá, at vit fegnir vilja gera okkara til, at komið verður fram til eina skynsama semju í hesum málið. Men so leingi sum ein slík semja ikki er gjørd, heldur rækjuflotin fast um krøv síni um sín stóra lut av svartkjaftinum sum gjaldsvøra fyri rækjur frá Russlandi og ES.
Felagsins vegna
Jákup Egholm Hansen