Nýtsluinnflutningurin avhæsaður

Innflutningurin til beinleiðis nýtslu í húsarhaldinum vaks nógv í fjør og veksur enn, men nú er vøksturin meiri er farin at líkjast tí, sum hann var undanfarin ár Í fjør vaks innflutningurin til beinleiðis nýtslu heili 18 prosent, meðan hann higartil í ár bara er vaksin 6 prosent.

Hagstovan sigur, at tað er lítið at ivast í, at tann lága bankarentan og tær lagaligaru lánstreytirnar, sum pengastovnarnir bjóðaðu viðskiftafólki um árskiftið 2005, gjørdu sítt til at nýtslan vaks so nógv í fjør.

Størstur var vøksturin í innflutningi av bilum, húsvognum, húsarhaldstólum og øðrum sokallaðum drúgvum nýtsluvørum til húsarhaldið. Munandi meiri var eisini innflutt av klæðum og skóm, meðan minni vøxtur var í innflutningi av matvørum, sum vituligt er.

Mark er fyri hvussu nógvar bilar og køliskáp fólk hava brúk fyri, so nú tykjast vit vera liðug at keypa fyri hesa ferð.