Sigvald Krtistiansen
Nú so nógv er umrøtt í fjølmiðlunum um heilivágsnýtslu í Klaksvík, og hvør orsøkin kann vera til hetta, kenni eg tað sum mína skyldu at koma við einari frágreiðing um ein part av hesari nýtslu. Tað snýr seg um B12 vitamin, sum má gevast sum innspræning við ávísum millimbilum fyri sjúkuna perniciøs anæmi. B12 verður kannað í blóðinum, og finst tað ov lágt, týðir tað upp á hesa sjúkuna, og so má B12 gevast regluliga sum innspræning. Hetta lægra markið er ásett av heilsustýrinum og er tað sama í øllum landinum.
Tað hava verið nógvir læknavikarar í Klaksvík seinastu nógvu árini, sum medisinius skrivar í lesarabrævi, tí læknatrot hevur verið, og har hava verið nógvir útlendingar. Ein svenskur lækni var har fyri nógvum árum síðani í fleiri styttri og longri tíðarskeið, navnaskeltið sást í fleiri ár uttan fyri læknahølið. Eg havi eisini verið læknavikarur har í fleiri umførum seinastu 10 árini, og eitt tað fyrsta, eg varnaðist, var at so nógvir sjúklingar fingu B12 vitamin sum innspræning, hóast perniciøs anæmi er rættiliga sjáldsom sjúka. Eg gjørdi vart við hetta yvir fyri teimum læknum og sjúkrasystrum, sum tá vóru har, og fekk at vita, at hesin svenski læknin, sum eg ongantíð hitti, hevði byrjað hesa viðgerð við tí grundgeving, at okkara mark fyri B12 í blóðinum var alt ov lágt, í Svøríki skuldi markið vera nógv hægri, og vandi fyri at fáa Parkinson sjúku ella onkra aðra neurologiska sjúku var stórur, um B12 var lágt í blóðinum. Tað er tí væl skiljandi, at sjúklingar, sum fáa slíkt at vita, vilja halda fram við at fáa hetta medisin, sjálvt um aðrir læknar siga tey ikki hava hesa sjáldsomu sjúku, og tí ikki hava fyri neyðuni at fáa B12 innspræningar. Tá einki hjáárin er, so ger tað einki, halda tey.
Tá annar svenskur lækni gjørdi vart við hetta í fjølmiðlunum í fjør, ringdi eg til hansara og greiddi frá, at viðvíkjandi B12 var tað hansara egni landsmaður, sum hevði sett hesa viðgerð í verk og grundgevingarnar fyri tí. Tað harmaði hann at so var, men helt, at har mátti onkur misskiljing vera, tí markið fyri B12 i blóðinum var á leið tað sama í Svøríki sum her. Tá Útvarp Føroya herfyri tók málið upp og tosaði við hendan svenska læknan um júst hetta, nevndi hann einki um teir upplýsingar, sum eg hevði givið honum, men vildi líkasum bara leggja ábyrgdina yvir á virkandi læknar í Klaksvík og landslæknan, sum hann hevði sent bræv um heiligvágsnýtsluna har. Frá- greiðingin um, hví hann fór avstað áðrenn ta ásettu tíðina, var eisini eitt sindur ullint.
Skála 20.01.07.