Tað er gott lag í HB leguni, og tað er væl skiljandi. Í fjør gekk ikki so væl, og tað var serliga á útivølli, at tað haltaði. Tá var tað ikki fyrrenn í fimtu royndini uttanfyri høvuðsstaðin, at tað eydnaðist at skjóta mál og vinna, tá ið tað endaði við 4-1 sigri í Sørvági.
Nú er alt øðrvísi. Í dag er HB á Tvøroyri. Hetta er fjórða umfarið á rað á útivølli, og tær tríggjar undanfarnu ferðirnar er tað endað við fullari úrtøku. Góða gongdin sæst aftur á fjepparafjøldini, sum bæði sást og hoyrdist við Løkin síðsta sunnudag.
-Vit hava vant nógv og væl síðani í november mánað, og tað sæst aftur, at vit eru væl fyri, heldur veteranurin Símun Samuelsen, sum saman við Adrian Justinussen er toppskjútti við trimum málum og hevur spælt bæði meiri og betri, enn hann hevur gjørt leingi:
-At hava verið við í øllum fyrireikingunum og uttan skaðasteðg kemur væl við, sigur veteranurin, sum roknar við stórari avbjóðing ídag:
-Tað er altíð torført at spæla í Suðuroy, og tað verður ikki minni torført ídag. Uppskriftin er, at vit eru savnaðir um avbjóðingina og avrika, sum vit hava gjørt tríggjar tær undanfarnu ferðirnar.
Álopsspælarin Aleksandar Stankov er framvegis skaddur. Verjuspælarin Lasse T. Andersen var ikki við í Runavík. Tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla í Trongisvági.
Meðan HB gongdin leingi hevur verið sera hugalig, so sær øðrvísi út hjá Suðringum, sum fýra tær seinastu ferðirnar einki stig hava vunnið. Í trimum av førunum hevur úrslitið verið 1-0 til mótstøðuliðið. Suðringar hava ikki skorað mál, síðani teir í øðrum umfari vunnu 2-1 í Sørvági. Serliga meint kennist 1-0 heimatapi ímóti AB síðsta sunnudag.
-Spælið er á einari leið, og vit mynda góðar málmøguleikar, men tað er stórur trupulleiki, at vit ikki vinna úrtøku úr góðum møguleikum, sigur framrættaði Stefan Radosavljevic.
Í fjør vóru Suðringar topplið eftir fimta umfar og næstfremst eftir sætta umfar. At gongdin hevur verið heilt øðrvísi fyrstu umførini í ár sæst aftur í undirtøkuni millum áskoðararnar. Tí vóna teir á og kring liðið, at uppmøtingin verður betri í dag, enn hon hevur verið undanfarnu ferðirnar.
Ari Krosslá Poulsen er skaddur, og tað er ivasamt, um Ibrahim Arifovic og Dánjal Godtfred vera førir fyri at spæla ídag.